logo

Tøk pláss á Tøknibreytini .

07-05-2024

Tøknibreytin bjóðar bæði vanliga leið og Ítróttar- og heilsuleið

Nógvir møguleikar við Tøknibreytini

Eitt prógv frá gymnasialu Tøknibreytini letur nógvar hurðar upp, bæði til arbeiðsmøguleikar og hægri útbúgving. ”Nógvir næmingar á Tøknibreytini eru miðvísir í sambandi við, hvat teir ætla sær at lesa, og í stóran mun síggja vit næmingar, ið vilja vera verkfrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og tannlæknar. Harafturat fáa næmingarnir við prógvi frá TSK aðrar tekniskar ella nátttúruvísindaligar útbúgvingar,“ sigur deildarleiðarin.

Ítróttar- og heilsuleið á TSK

Á gymnasialu Tøknibreytini á TSK er ein útbúgvingarleið í kallast Ítróttar- og heilsuleið. Skúlin hevur eina gymnasiala Tøknibreyt, og er Ítróttar- og heilsuleiðin ein partur av Tøknibreytini. Størsti munurin er, at næmingarnir á Ítróttar-og heilsuleiðini hava ítrótt umleið 3 tímar um vikuna øll árini. Harafturat verður biotøkni ein lærugrein á tímatalvuni. Ítróttar-og heilsuleiðin er serliga ætlað teimum, ið ynskja eina útbúgving innan heilsuøkið og teimum, sum dáma at vera virkin.

Um tú hevur áhuga í hesum, kanst tú seta teg í samband við Kjartan Gaard Sleire, leiðari á tøknibreytini, umvegis teldupost kjartans@tsk.fo

 
Skúlagongdin byrjar 12. august. 

Tú kanst lesa meira um útbúgvingarnar á heimasíðu skúlans: www.tsk.fo

Myndir.

Onnur tíðindi.