Opið Hús og heilsucafé á TSK .
Leygardagin 21. februar kl. 10 - 14 eru øll hjartaliga vælkomin á gátt. Nógv spennandi er á skrá.
Heilsucafé á TSK
Í nøkur ár hava TSK (Tekniski Skúlin í Klaksvík), Treysti og Klaksvíkar Sjúkrahús skipað fyri felags heilsuátaki á TSK leygardagin í Torravikuni. Og soleiðis verður aftur í ár.
Hendan dagin er eisini Opið Hús á TSK, har høvi verður at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og at síggja verkstovurnar á skúlanum.
Klokkan 10 skipar Treysti fyri Gakk & Renn á rennibreytini við Másheygg, har øll, sum hava hug, kunnu ganga ella renna í 30 minuttir. Síðani verður farið inn á TSK, har Tøknibreytin bjóðar inn til Heilsucafé frá klokkan 10 til 14.
Á heilsucaféini fara næmingar á Tøknibreytini saman við sjúkrarøktarfrøðingum frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi at máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión. Svalandi drykkir og heilsugóðir munnbitar vera at fáa.
Eru víkirnar dálkaðar?
Umframt heilsucafé verður eisini høvi at vitja verkstovurnar á Tøknibreytini, har næmingar fara at vísa fram. Í alisfrøðistovuni ber til at síggja m.a. 3D-printing og fjarstýrdar bilar. Tey, sum hava biotøkni, hava kannað, hvussu reint vatnið er á Borðoyarvík og á Vágni. Hesi úrslitini verða løgd fram í lívfrøðistovuni. Í miðlarúminum fara næmingar at vísa fram filmar, heimasíður, plakatir og annað.
Eisini ber til at síggja mállæruspøl og hópin av øðrum verkætlanum, sum næmingarnir arbeiða við.
Torra-sjálvtøkuborð
Á Matvørubreytini verður skipað fyri Torra-sjálvtøkuborði frá kl. 11 til 14. Kokkalærlingar borðreiða við ymiskum rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná. Atgongumerki à 160 kr. fyri vaksin og 80 kr. fyri børn upp til 12 ár fáast til keyps á staðnum. Eisini verður høvi at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar á Matvørubreytini.
Á Serbreytini, ið heldur til í ovaru hædd á skúlanum, skipa tey fyri ymiskum kappingum, har tey vitjandi kunnu vinna páskaregg. Kaffi og vaflur verður eisini at fáa.
Á yrkisnámi verður høvi at at vitja verkstøðini á El-, Maskin-, og Timburdeildini og at fáa kunning um virksemi á deildunum.
Eisini verður høvi at vitja skúlaheimið, har vitjandi kunnu síggja eitt kamar og felagskøkin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.