logo

Starv.

decoration
    Skrivstovufólk til fyrisitingina á TSK (avloysarastarv)

    Eitt starv sum avloysari fyri skrivstovufólk í fyrisitingini á TSK er leyst at søkja. 

    Tíðarskeiðið er frá 1. august til 30. juni 2027

    Tú kemur saman við skrivstovufólki, bókhaldara og stjóra at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og heim.

    Á skúlanum eru fimm undirvísingareindir: Tøknibreyt, Matvørudeild, Maskin-, El-, Timbur- og Serbreyt við hvør sínum deildarleiðara. Har til er matarhøll og skúlaheim. 
     
    Arbeiðsuppgávurnar eru: 

    - Vanlig málsviðgerð 
    - Fyrireiking og umsiting av próvtøkum 
    - Uppgávur undir bókhaldaranum 
    - Tryggja samskifti millum skúla, myndugleikar og kundar 
    - Tænastur í avgreiðsluni 
     
    Vit vænta at tú: 

    - hevur áhuga í at menna tínar førleikar 
    - hevur góðan kunnleika til KT 
    - ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur 
    - hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga 
    - hevur góð samstarvsevni og 
    - kanst arbeiða við skiftandi uppgávum  
     
    Vit bjóða: 

    - Eitt skiftandi og til tíðir avbjóðandi starv 
    - Eitt starv, har tú sjálv/ur kanst tillaga uppgávur 
    - Gott arbeiðsumhvørvi 
    - Góðar starvsfelagaðar 
     
    Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. 
    Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 24. apríl, kl.15.00. 
     
    Tekniski Skúlin í Klaksvík 
    Mýrivegur 2, FO-700 Klaksvík