logo

Nú er klárt at søkja inn á TSK .

24-02-2026

Tekniski Skúli í Klaksvík bjóðar miðnám, yrkisnám og Serbreyt

Á miðnámi bjóða vit Tøknibreytina, og á yrkisnámi bjóða vit yrkisútbúgvingar innan matvøru, timbur, el og maskin.

Harumframt bjóðar skúlin Serbreyt.

Til ber at kunna seg um útbúgvingarnar á tsk.fo undir teiginum "Útbúgvingar".

Umsókn til miðnám, yrkisnám og Serbreyt fer fram umvegis Vangan og krevur, at tú hevur talgilda Samleikan. Hevur tú onkursvegna ikki hann, ella hevur tú ikki føroyskt P-tal, ber til at taka umsóknarblað niður á hesum leinkinum og senda tað til TSK antin sum bræv ella teldupost.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi útbúgvingum ella brúk fyri hjálp við umsóknini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 456311.

Freistin at søkja er 15. mars 2026.

Onnur tíðindi.