logo

Verkstaðvørður til Maskindeildina .

06-10-2026

Avloysarastarv frá 1. november og eitt ár fram

Vit sóknast eftir avloysara at røkja maskinverkstaðið frá 1.november og eitt ár fram við førleika sum maskinsmiður ella líknandi.

Høvuðsuppgávan er at røkja útgerð, amboð og hølir.

Vit vænta, at tú hevur áhuga í maskin- og smiðjuyrkinum og ert álítandi og røkin.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag flokkur 1, stig 12 við viðbót.

Spurningar kunnu setast deildarleiðaranum, Ernst á Kósini á ernst@tsk.fo ella við at ringja 229738.

Skrivlig umsókn skal sendast til skúlastjóran sum teldupostur á runih@tsk.fo og umsóknarfreistin er 7.oktober kl.12:00.

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Tfl. 456311

https://tsk.fo

Onnur tíðindi.