Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl. 18 - 20 .
Nú umsóknarfreistin til miðnám, yrkisnám og Serbreyt nærkast, hava vit opið mikukvøldið 11. mars frá kl. 18 - 20. Vit vegleiða og hjálpa við umsóknini.
Á TSK kanst tú fáa prógv á miðnámi, yrkisnámi og Serbreyt.
Á miðnámi bjóðar skúlin Tøknibreyt og á yrkisnámi bjóðar skúlin útbúgvingar innan matvøru, el, maskin og timbur.
Harumframt er Serbreyt eisini á skúlanum.
Lestrarvegleiðarar kunna um útbúgvingarnar.