Søguligur dagur á TSK .
Fyrstu kokkalærlingarnir, ið hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini, hava nú fingið prógv.
Fríggjadagin 19. juni kundu 34 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildunum á Tekniska Skúla umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina. Harumframt fingu tveir næmingar á Matvørubreytini, Mogens Højsted og Pætur Reinert, handað prógv. Teir báðir eru fyrstu næmingarnir, sum hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini.
Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu 34 lærlingar umsíðir taka í móti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Bárði á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum, felagssangi og góðum mati.
Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.
TSK ynskir sveinunum hjartaliga til lukku við prógvunum og blíðan byr framyvir.
Elektrikarir - Standandi frá vinstru: Kristian Martin Fuglø (í læru hjá EL-IN), Dávið Eyðfinsson Davidsen (J-EL), Tróndur Bjarnason (EL-IN), Heini Simonsen (El-trygd), Virgar Jónsson (J-EL), Óli Lava Sirdal (Signar – EL), Andrias Løwe Sørensen (RVtøkni), Markus Joensen (Elcon), Uni Djurhuus (Elcon), Pætur Jacobsen (MP Teknik) og Rani Kristiansen (RVtøkni)
Húsasmiðir - Standandi frá vinstru: Jónas G. Joensen (í læru hjá Kanjon), Jákup Oluf Langgaard (Byggiverk v/ Ólavi Langgaard), Janus Ellebye Kjølbro (Malltek), Jákup Nesá (Timbur Tænastan), Finnur Kjølbro (Malltek), Elian Hammer Olsen (Træloysn), Jón Eli Danielsen (Malltek), Filip Hansen (Holm Bygging) og Símun Kalsø (Malltek).
Maskinsmiðir - Standandi frá vinstru: Mattias Djónason Eidisgaard (í læru hjá Mest), Venzel Signarsson Kallsberg (Signar Kallsberg), Kristoffur Gaardlykke (Mest), Jóhannes Atlason Rasmussen (Klaksvíkar Sleipistøð), Boas Midjord Jógvansson (Klaksvíkar Sleipistøð), Markus á Lakjuni (Petur Larsen), Heðin Djurhuus (Mest), Jónas Lind Borgarson (Mest), Páll Hammer (Mest), Jónas Eyðunsson á Bergi (Klaksvíkar Sleipistøð), Súni Fríði Eikhólm Rasmussen (Mest) og Dávur Magnussen (Petur Larsen)
Løtumyndir frá hátíðarløtuni kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá skúlanum, ið eitur TSK.


