logo

Kom og vitja okkum á Markleys Útbúgving .

26-10-2026

Vit eru at hitta í bási nummar 25

TSK hevur bás á tiltakinum Markleys Útbúgving, ið verður Við Tjarnir mikudagin 28. oktober.

Á básinum verður høvi at hitta lestarvegleiðarar og kunna seg um útbúgvingarmøguleikarnar á TSK. Harumframt fara næmingar á Matvørubreytini at bjóða gestunum forkunnigar brellbitar.

TSK er ein stórur og nýmótans skúladepil í Klaksvík. Skúlin bjóðar: Miðnám (Tøknibreyt), Yrkisnám (Maskin, El, Timbur og Matvøru) og Serbreyt.

Felagsnevnarin fyri útbúgvingarnar á TSK er, at næmingarnir sleppa at royna síni bókligu evni í verki. Teir læra bókliga ástøðið í skúlastovunum og royna síni verkligu evni í mongu verkstovunum á skúlanum.

Vit eru at hitta á bási nummar 25.

 

Tekniski Skúli í Klaksvík - bókligt og verkligt.

Myndir.

Onnur tíðindi.