logo

Rúni Heinesen 30 ára starvsdag .

08-03-2024

Nógv er hent, síðani Rúni tók við stjórastarvinum

Rúni Heinesen er útbúgvin byggiverkfrøðingur og kom úr starvi í Klaksvíkar kommunu, tá ið hann í 1994 gjørdist stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í 1994 stóð ikki væl til í Føroyum, og eisini teknisku skúlarnir vóru í eini broytingartíð. Skúlin var til 1992 ein handverkaraskúli burturav. Treytin fyri at koma í skúla var, at tú hevði eitt lærupláss. Í 1992 kom lógin um SIT-útbúgvingina, og árið eftir kom lógin um HT, sum seinni broytti navn til Tøknibreytin. Sostatt broyttist skúlin frá at vera ein lærlingaskúli, har skúlagongdin bert vardi nakrar fáar vikur í senn, til at hýsa ungdómsútbúgvingini SIT, ið var eitt støðisár fyri øll ung við áhuga fyri handverksyrkinum, og tøkniligu studentsútbúgvingini HT.

Tað broytti skúlan munandi, at skúlin fekk eina studentsútbúgving, sum eisini handverkarabørnini kundu kenna seg aftur í. Rúni sjálvur undirvísti millum annað HT-næmingunum í byggitøkni.

Bæði næminga- og lærarasamansetingin broyttist munandi, og skúlin vaks í vavi.

Seinni kom matvøruútbúgvingin, og Rúni gjørdist eisini ábyrgdarhavari av Sjónámi, og harafturat fekk HF útbúgvingin innivist á skúlanum

Skúlin varð útbygdur til økta virksemið, fyrst kom bygningurin til HT-útbúgvingina og síðani bygningurin til Matvøruútbúgvingina og HF.

Í dag er skúlin ein fjølbroyttur skúladepil, har fjøltáttaðu útbúgvingarnar eru undir sama taki.

Seinasta parturin av útbyggingarætlanum skúlans er savnandi aulan, ið fer at gera skúlan til eina samanhangandi heild.

Skúlin hevur við Rúna Heinesen havt ein sera virknan stjóra í samfull 30 ár, og hann hevur megnað at staðið á odda fyri einum nýmótans skúla í støðugari menning og vøkstri. Hann hevur øll árini arbeitt sera væl saman við skúlamyndugleikunum um at víðka bæði um karmar og innihald á skúlanum.

Samstundis hevur Rúni eisini hópin av álitisstørvum í lokalsamfelagnum. Rúni hevur megnað at havt eitt tætt samband millum skúlan og lokala vinnulívið.   

Hjartaliga til lukku við 30 ára starvsdegnum.

Myndir.

Onnur tíðindi.