Vika Sex á TSK .
Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað.
Aftur í ár fer Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.
Hetta er fimta árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum anatomi, kenslur, sexsjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.ø.
Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn í ár.
Í ár hevur Kyn valt at leggja dent á Fyrstu Ferð. Kyn undirvísir 1.flokki á miðnámi, og næmingarnir eru um 16 ár. 16 ár er danski aldurin fyri samlegu fyrstu ferð. Vit kenna ikki føroysku tølini, men ímynda okkum, at hann er nakað tann sami í Føroyum. Sex fyrstu ferð fyllir nógv í huganum hjá teimum ungu, og vit ynskja, at tey skulu kenna seg klár og trygg, so at teirra fyrstu ferð skal vera ein góð uppliving.