Nýggj útsúgving á Timburdeildini .
Arbeiði hevur havt við sær, at inniluftin er blivin munandi betri og at inniumhvørvið á Timburdeildini er blivið reinari og meira støvfrítt.
Hósdagin handaði Malltek bygningin til nýggju útsúgvingina á Timburdeildini á TSK. Bygningurin inniheldur høli til nýggju útsúgvingina og lagur til El- og Timburdeildina.
Arbeiði byrjaði í summar og hevur sostatt tikið eitt hálvt ár. Fróði K. Sundsskarð hevur teknað bygningin og hevur saman við Landsverk sum byggiharra havt eftirlit við arbeiðnum.
Sjálv útsúgvingin, sum Blikksmiðjan hevur veitt, varð tikin í nýtslu í heyst og virkar sera væl. El-arbeiði sum er knýtt at verkætlanini hevur Sigurd Syderbø staðið fyri.
Arbeiði hevur havt við sær, at inniluftin er blivin munandi betri og at inniumhvørvi á Timburdeildini er blivið reinari og meira støvfrítt.