logo

Framløgur og prát um trivnað og sálarliga heilsu hjá ungum á TSK .

27-09-2023

Í samband við Virki Heyst, verður ein spennandi almennur fyrilestur á TSK í kvøld, sum fer at snúgva seg um trivnað og sálarliga heilsu hjá ungum.

Aftaná fyrilesturin luttaka fleiri ung í einum práti, sum m.a. fer at snúgva seg um hvat ávirkar sálarligu heilsuna hjá ungum og um hvat ung hava svarað í einari borgarakanning, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi í var.

 

Kl. 19.00 – 21.00 á TSK.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Onnur tíðindi.