Prógvandan, Tøknibreyt .
Í dag hevur prógvhandan verið úti í Grøv fyri teknisku studentunum á TSK; veðrið var bara avbera gott, og nógv hava verið og hátíðarhildið nýfloygdu pisurnar frá Tøknibreytini.
Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, og Jørgin Bech Árting, verkfrøðingur og fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, helt røðu. Rói Hansen, næmingur, helt næmingarøðuna fyri pisurnar.
Síðani var boðið til kaffi og køkur á TSK, har heiðursprógv vórðu givin fyri ávikavist “besta prógv” og “hjálpsamasti næmingur”.
Hannis Dalheim Rasmussen fekk handað heiðursprógv fyri besta prógvið á Tøknibreytini, við einum avbera flottum miðaltali upp á 11,6.
Heiðurin sum hjálpsamasti næmingur fekk Janus í Garði, sum øll trý árini altíð hevur hjálpt til á nógvum økjum, m.a. at taka í móti nýggjum næmingum, skipa fyri ymiskum tiltøkum og at promovera skúlan – listin er langur.
Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.