logo

Sveinaprógvhandan .

05-06-2023

Í góðveðrinum fríggjadagin 2. juni fingu 33 sveinar handað sveinaprógv á Tekniska Skúla í Klaksvík; 11 húsasmiðir, 9 elektrikarar og 13 maskinsmiðir.

Tað var ein góð og hugnalig løta, har familja, vinfólk, lærarar og lærumeistarar vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar.

Gestarøðari var Andras Samson Biskopstø, sum er el-verkfrøðingur og lærari á Tøknibreytini her á TSK. Síðani handaði skúlastjórin, Rúni Heinesen, sveinunum prógvini.

Vit ynskja sveinunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr framyvir.

 

Sí myndir frá degnum her

Myndir.

Onnur tíðindi.