logo

Tríggir næmingar fingu prógv .

18-06-2026

Í góðveðrinum í dag var prógvhandan á TSK, tá ið tríggjir næmingar á Serbreytini fingu handað prógv. Dagurin byrjaði við at Hansa Lamhauge, undirvísari á Serbreytini, bjóðaði vælkomin, og síðani varð felagssangur á skránni, har Torkil Mørkøre spældi undir.

Til prógvhandanina hildu Bára Joensen, fyrrverandi undirvísari á Serbreytini, og Arnfinnur Nesá, samskipari á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Tey, sum fingu prógv, eru: Dellio Madayag, Tummas Lydersen og Brandur Justesen

Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum.

Eftir at skúlastjórin, Rúni Heinesen, hevði handað prógvini, varð boðið til ábit.

Jústinus Andrasson fekk eina gávu fyri bestu uppmøting á Serbreytini hetta skúlaárið.

 

Fleiri myndir frá degnum eru at síggja á facebook vanganum hjá skúlanum: TSK

Myndir.

Onnur tíðindi.