“Friður á pallinum!” .
Timburdeildin smíðað pall til Klaksvíkar Sjónleikarafelag
KVF skivar soleiðs um leikin:
Klassisk farsa
"Friður á pallinum!" er ein skemtileikur, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik.
Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.
Leikurin, ið hevur upprunaheitið "Noises Off, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London í 1982.
Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir - eitt nú í Bretlandi og í USA.
Stór krøv til pallmyndina
Leikurin gongur fyri seg í nútíðini, har sjónleikabólkurin spælir ein sjónleik, sum gongur fyri seg fyri umleið øld síðani. Tað setir stór krøv til pallmyndina.
Pallurin, sum er níggju metur í tvørmáli, kann snarast runt, so spælast kann bæði frammanfyri og aftanfyri pallin.
Pallurin er bygdur í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík, og Sjúrður Sólstein, lærari, og næmingar á skúlanum hava bygt pallin.
Níggju leikarar eru við í leikinum, sum Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt. Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø hevur sniðgivið pallmyndina og Nikolaj Falck er pallsmiður.
Uppsetingin er til heiðurs fyri Adelborg Linklett, ið var undangongukvinna í sjónleikaumhvørvinum í Klaksvík, og sum fór um sýn fyri góðum ári síðani.
Sýningarnar hava gingið sera væl og eru eykasýningar settar á skrá.
Í sendingini Kultura hjá KVF ber til hoyra meira um leikin. Sendingin kann hoyrast her.
Á Facebook-vanganum hjá TSK ber til at síggja myndir av arbeiðnum við at byggja pallin.