logo

Skúlin er opin hóskvøldið 13. mars kl. 19 - 21 .

10-03-2025

Nú umsóknarfreistin til mið- og yrkisnám nærkast, hava vit opið hóskvøldið 13. mars frá kl. 19 - 21. Vit vegleiða og hjálpa við umsóknini.

Á TSK kanst tú fáa prógv á miðnámi, yrkisnámi og serbreyt.

Á miðnámi bjóðar skúlin Tøknibreyt, har tú kanst velja millum vanliga leið og ítróttar- og heilsuleið.

Á yrkisnámi bjóðar skúlin útbúgvingar innan matvøru, el, maskin og timbur.

Harumframt er Serbreyt eisini á skúlanum.

 

Lestrarvegleiðarar kunna um útbúgvingarnar.

Myndir.

Onnur tíðindi.