Grabbin settur í til nýggja aulu .
"Skúlin her í Klaksvík hevur brúk fyri einum staði, har øll tey, sum virka í skúlanum, tað veri seg næmingar, lærarar og onnur, kunnu samlast, bæði tá talan er um hátíðardagar sum prógvhandanir, men eisini í tí dagliga, har skipast skal fyri t.d. áhugaverdum fyrilestrum ella øðrum, har nógv fólk kunnu samlast og lýða á", segði landsstýrismaðurin millum annað.
Mánadagin, 14. oktober, varð spakin ella rættari sagt grabbin, settur í til nýggju auluna í Tekniska skúla í Klaksvík. Nýbygningurin er staðsettur norðanfyri verandi inngongd. Tað er Norðhús, sum ger arbeiðið.
Arbeiðið við at byggja aulu og gera neyðugar umvælingar á verandi bygning er mett at taka 2 ár.
Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ið loysti tað fyrsta flagið, sum hesaferð varð gjørt við grabba í maskinu.
Røðan, ið var hildin til løtuna, kann lesast her
Sí myndir frá hátíðarløtuni niðanfyri.