Prógvhandan á Tøknibreytini 2024 .
Í dag hevur prógvhandan verið úti í Grøv fyri teknisku studentunum á TSK og nógv hava verið og hátíðarhildið nýfloygdu pisurnar frá Tøknibreytini.
Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, og Jim í Horni, jarðfrøðingur, oljuverkfrøðingur, maskinmeistari og fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, helt røðu. Magnus í Hjøllum og Rutt Petra av Rana, næmingar, heldu næmingarøðuna fyri pisurnar.
Síðani var boðið til kaffi og køkur á TSK, har heiðursprógv vórðu givin fyri ávikavist “besta prógv” og “hjálpsamasti næmingur”.
Magnus í Hjøllum fekk handað heiðursprógv fyri besta prógvið á Tøknibreytini, við einum avbera flottum miðaltali upp á 11,4.
Heiðurin sum hjálpsamasti næmingur fekk Ægir Egilstrøð Østerø, sum øll trý árini altíð hevur hjálpt til á nógvum økjum.
Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.