logo

Samanhald og ítróttur eru lyklaorðini á Ítróttar- og heilsuleiðini .

08-03-2024

“Samanhaldið í flokkinum er ótrúliga gott, og øll í flokkinum hjálpa hvørjum øðrum”

Fyrstu næmingarnir á Ítróttar- og heilsuleiðini eru um at verða lidnir við fyrsta skúlaárið. Tá tey verða spurd, hvat tað besta er við at ganga á hesi leiðini, so eru tey skjót at svara: ítrótturin og samanhaldið.

“Samanhaldið í flokkinum er ótrúliga gott, og øll í flokkinum hjálpa hvørjum øðrum” sigur Sesilia. Hon ætlar sær at lesa til okkurt innan heilsu, men hevur enn ikki avgjørt, júst hvat hon skal lesa. “Tað er ordiliga gott, at vit blanda ítrótt saman við hinum lærugreinunum, so at vit viðhvørt hava ítrótt og eitt nú lívfrøði saman. Fyri meg er tað stuttligari at læra uppá tann mátan” sigur hon.

Ámundur og Sólja ætla sær at lesa til fysioterapeut. “Vit hava gingið á ítróttarháskúla í Danmark, og tað dámdi okkum sera væl. Tá vit sóu, at hendan leiðin bjóðar ítrótt øll trý árini, so ivaðust vit ikki.” Tey íðka eisini nógvan ítrótt í frítíðini. Ámundur íðkar fimleik, og er eisini venjari í filmleiki, og Sólja spælir fótbólt í bestu kvinnudeildini.

Á Ítróttar- og heilsuleiðini verður dentur lagdur á at blanda ítrótt saman við øðrum lærugreinum, sigur leiðarin, Kjartan Gaard Sleire. “Endamálið er at fáa ítrótt inn í hinar lærugreinarnar, soleiðis at tá næmingarnir læra um eitt nú styrki ella avsett, so kunnu lærarnir alisfrøði og ítrótti samstarva, soleiðis at næmingarnir fáa meira ítrótt inn í útbúgvingina. Tað vil siga, at næmingarnir læru um ástøði í skúlastovuni og fara so út á verkstovurnar at gera royndirnar.

Regin ætlar sær eisini at lesa til fysioterapeut.“Eg ætli mær at lesa til fysioterapeut, og tískil kemur tað væl við, at vit fara at hava biotøkni á hesi leiðini.” Hann hevur stóran áhuga fyri ítrótti og kroppinum sum heild. “Tað er ordiliga deiligt, at vit blanda lærugreinar sum alisfrøði og lívfrøði saman við ítrótti.”

Í sambandi við Torradagarnar skipaðu næmingarnir á Ítróttar- og heilsuleiðini saman við sjúkrarøktarfrøðingum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri heilsukafé á skúlanum. Her sluppu næmingarnir at gera ymiskar kanningar, so sum at máta blóðtrýst, puls, iltmeting, blóðsukur og lungnafunktión. “Tað var stuttligt at sleppa at arbeiða praktiskt við tí, sum vit læra um. Tað var eisini stuttligt at arbeiða saman við sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða við hesum hvønn dag. Tær duga sera væl at greiða frá, og hvussu vit skulu greina kanningarnar, sum vit gera,” siga næmingarnir.

Umsóknarfreistin er 15. mars.

Les meira um útbúgvingarnar á: Útbúgvingar - Tekniski Skúlin í Klaksvík (tsk.fo)

Myndir.

Onnur tíðindi.