35 lærlingar á maskin-, timbur- og EL-deildini fingið sveinaprógv .
Fríggjadagin 6. juni kundu 35 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildini á TSK umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina. Og eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu teir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Monradi Holm Jacobsen, felagssangi og góðum mati, ið næmingarnir á Matvørudeildini á TSK høvdu gjørt.
Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.
TSK ynskir sveinunum hjartaliga til lukku við prógvunum og blíðan byr.