Skráin til Opið Hús .
Torra-sjálvtøkuborð, heilsurenning, heilsucafé og mangt annað verður á skránni
Leygardagin 22. februar kl. 10 - 15 verður Opið Hús á TSK.
Kl. 10:00 Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum.
Ymiskar kappingar verða á ymsu deildunum. Eitt nú verður altíð væl umtókta páskaregg-kappingin hjá Serbreytini aftur á skrá. Evnið hesaferð er “Standmyndir í Klaksvík”. Serbreytin bjóðar eisini vaflur, kaffi og saft.
Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum.
Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.
Eisini ber til at fáa eina rundvísing á skúlanum við at venda sær til skrivstovuna.
Næmingar frá Tøknibreytini fara at selja pass-myndir. Kostnaður: 100 kr.
Kl. 10:00 Gakk og Renn
Treysti og TSK skipa fyri heilsurenning á rennibreytini við Másheygg,
har øll kunnu vera við – yngri sum eldri.
Tað verður gingið ella runnið í ein ½ tíma á breytini við sakkønum hjálparfólki,
og síðani verður farið inn í TSK har boðið verður til svalandi drykkir og onkrar brellbitar.
Kl. 10:30 - 14:30 Heilsukafé á Tekniska skúla
Tekniski skúli skipar fyri heilsukafé á Torradøgunum.
Sjúkrarøktarfrøðingar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión saman við næmingum á ítróttar- og heilsuleiðini á TSK.
Kl. 11.00 – 14.00 Torra sjálvtøkuborð á TSK - Matvørudeildin
Næmingar á Matvørudeildini TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð.
Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná.
Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast í TSK á degnum.
Harumframt fara nakrir næmingar á Tøknibreytini at hava tónleikaframførðslur gjøgnum dagin.