Ítróttardagur á TSK .
“Cheerlead’arnir hjá Magnus” og “Lou Sassle” gjørdust vinnarnir
Mikudagin var árligi ítróttardagurin á TSK. Ítróttar- og heilsuleiðin skipaði fyri, meðan Matvørudeildin gjørdi heilsugóðan mat og smoothie til allar luttakararnar.
Umleið 150 næmingar høvdu skipað seg í 30 lið. Liðini skuldu dystast á 16 ymiskum postum: Kasta 20 kg-bólt, longdarlop, straffispark, kettlebell, borðtennisstafett, spurnakapping, togtogan, skíðstafett, armboyggingar, badminton, kasta bólt, føroysk umseting, kross og bolla, hulahopp – leiðispæl, kustaskaft – balansu og minnast 30 lutir undir teppi.
Vinnarnir av ítróttarkappingini gjørdust ‘Cheerlead’arnir hjá Magnus’. Hetta eru næmingar ið ganga á Tøknibreytini.
Eftir ítróttarkappingina var árliga fótbóltskappingin á skránni. Har vunnu “Lou Sassle” sum varð mannað við næmingum úr Timburdeildini. Timburdeildin hevur nú vunnið fótbóltskappingina fýra ferð á rað.
Vit ynskja vinnarunum til lukku og takka fyri ein sera væleydnaðan ítróttardag!
Á facebook-vanganum hjá skúlanum ber til at síggja myndir frá ítróttardegnum. Eisini ber til at síggja myndir og filmar á instagram-vanganum hjá skúlanum: tsk_fo