Inklusión, TSK og Varpið á ovasta bredda hjá NVL .
Áhugaverd ráðstevna um talgilda læring í Klaksvík!
-greinin er frá Norðlýsinum
Ráðstevnan í Varpinum hjá NVL, Nordisk Netværk for Voksnes Læring, um inklusjón skapar yvirskriftir uttanlanda. Tekniski Skúli í Klaksvík var ein av snúningsdeplunum á ráðstevnuni, tí skúlin hevur í fleiri ár havt tilboð, Serbreyt, til teirra, sum hava serligan tørv, og sum hevur sum endamál at tryggja, at tey skulu trívast og luttaka í føroyska samfelagnum. Ráðstevnugestir fingu rundvísing á skúlanum og fyrilestur frá Arnfinni Nesá, samskipara.
Og ráðstevnan var eisini bæði slóðbrótandi og staðfesti, at Føroyar í roynd og veru eru heilt væl við, tá tað kemur til talgilda menning og tað at fáa so mong sum møguligt við. Talið av teimum, sum ikki eru við, er lutfalsliga lágt, og arbeitt verður við at inkludera tey so nógv, tey vilja. Vit vilja fegin siga, at sjálvsagt skulu øll vera við, og soleiðis eigur tað eisini at vera, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki taka tað fyri givið, at vit longu eru har. Tí tað eru vit ikki. Men Føroyar og ikki minst Klaksvík eru sera væl við, staðfesti ráðstevnan.
– ”Talgildu pallarnir kunnu bæði vera eitt amboð at skapa inklusión við, men teir eru eisini ein faktorur, sum er við til at útihýsa teimum, sum av ymiskum orsakum antin halda seg aftur ella ikki hava neyðugu fortreytirnar fyri at kunna brúka talgildu pallarnar. Men tað er av stórum týdningi bæði persónligt, politiskt og professionelt, tá tað kemur til samfelagsmenning, at dentur verður lagdur á talgilding, inklusión og lívlanga læring”, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í setanarrøðu sínari í Varpinum.
At vit í Føroyum eru so væl við ger, at vit ikki dragna afturút, og tí er tað realistiskt at røkka málsetningunum í norðurlendska samstarvinum NVL. Talgildu Føroyar, Taks, og ikki minst Tekniski Skúli í Klaksvík settu sín dám á ráðstevnuna. Arnfinnur Nesá, samskipari á Serbreytini á TSK, helt eitt bergtakandi upplegg, sum fær mong góð orð við sær í greinini um ráðstevnuna, eins og Rúni Heinesen, skúlastjóri.
Serbreytin á Tekniska Skúla hevur síðani 2016 havt eitt tilboð til næmingar við ávísum innlæringar- og sosialum avbjóðingum, skilt á tann hátt, at vanligt miðnám er íðan so stórur gloypibiti. Í staðin verða teir 12 næmingarnir, sum vanliga ganga á Serbreyt, undirvíst av professiónsbachelorum og fólkaskúlalærarum. Serbreytin hevur tvær útbúgvingargongdir; onnur innan matgerð og hin innan handverk, umframt at tey hava almennar lærugreinir. Á ráðstevnuni vóru fólk hugtikin av, hvussu væl tilboðið var skipað og hvussu væl tað virkaði.
Varpið er við nýggja Steinway-klaverinum stoltleikin hjá Klaksvíkini, skrivar Birgir Kruse, sum var við á ráðstevnuni og skrivaði frá henni. Hann lýsir eisini, hvussu granskarar uttanfyri kanna springarar, sum fáa sett sendarar á seg, so teirra ferðamynstur kann fylgjast í Norðuratlantshavi. Hetta órógvaði summar av luttakarunum hendan dagin, stendur í greinini, men ikki so nógv, at ráðstevnan fór av sporinum.
Norðlýsið kom somuleiðis í miðdepilin, tá Johanni Larjanko úr Finnlandi tók til orðanna. Hann var sera fegin um at hoyra Djóna Nolsøe Joensen siga, at hann tekur trupulleikan við, at 15 prosent av føroyingum eru uttanfyri talgilda samfelagið, í stórum álvara. Og tað er eisini hansara egna inntrykk, tí, sum hann segði í samrøðu við Norðlýsið, eru Føroyar ”fram i skorna”, frammi í skónum.
Øll greinin hjá NVL kann lesast her: https://nvl.org/artikler/nordisk-inklusion-i-klaksvik/