logo

Studentaprestur á TSK .

14-08-2024

Ann Hermansdóttir, studentaprestur, verður á skúlanum fyrsta mikudag í hvørjum mánaði.

Hon fer at halda til í hølinum hjá lestrarvegleiðingini hjá Yrkisnámi fyrsta mikudag í hvørjum mánaði frá kl. 10:00 til 14:00.

Um næmingar hava tørv á henni til eitthvørt uttan fyri hesar tíðir, so eru teir meir enn vælkomnir at ringja ella skriva til hennara á ann@kirkjan.fo ella á tel. 237343.

Hennara høvuðsuppgávur eru at:

  • bjóða samrøður um tilveruspurningar
  • veita sálarrøkt
  • skipa fyri bólkasamrøðum

Onnur tíðindi.