Esmar Martin ársins fyrsta pisa á Tøknibreytini .
Esmar Martin Hansen, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið.
Esmar Martin var uppi í Samfelagsfrøði B, har økisleiðarin á Tøknibreytini, Kjartan Sleire, var próvdómari og somuleiðis tann, sum gav Esmar Martini húgvuna á høvdið.
Tað er sera vanligt, at pisur fáa eina rósu ella tvær tann dagin, tær fáa húgvurnar, men mamma Esmar Martin hevði valt at geva honum ein festligan urtapott, sum hevur skap sum ein fótur. Hon segði, at fóturin var ein mynd uppá, at nú var sonur hennara komin eitt fet víðari í lívinum.
15 aðrir næmingar fara eisini til próvtøku í dag í ávikavist Samfelagsfrøði B og Lívfrøði B. Tann seinasta próvtøkan, sum verður í Søgu C, verður týsdagin.
Prógvhandan verður úti í Grøv mikudagin kl. 10, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Hjartaliga til lukku við húgvuni, Esmar Martin.