logo

Prógvhandan á Serbreytini 2024 .

19-06-2024

Brandur Rasmussen, Uni Olsen á Skúr og Jón Hansen fingu handað prógv

Í góðveðrinum í gjár var prógvhandan á TSK, tá ið tríggir næmingar á Serbreytini fingu handað prógv. Til prógvhandanina hildu Tóra Norðgerð, OCN-samskipari, og Hansa Lamhauge starvsfólk á Serbreytini røðu fyri pisunum. Eftir prógvhandanina varð boðið til ábit. Tey, sum fingu prógv, eru: Brandur Rasmussen, Uni Olsen á Skúr og Jón Hansen.

Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum.

Myndir.

Onnur tíðindi.