Skráin til Opið hús .
Leygardagin 2. mars frá klokkan 10 til 14 bjóðar TSK almenninginum at vitja skúlan. Tiltakið er serliga viðkomandi fyri komandi næmingar og teirra avvarðandi.
Tøknibreytin
Á Gymnasialu Tøknibreytini ber til at vitja verkstovurnar, har næmingarnir fara at vísa tað, sum tey hava arbeitt við hetta skúlaárið. Millum annað fara næmingarnir at gera sodavatn, at prenta 3D og at spæla við eld.
Í samskiftisstovuni fara næmingar at vísa appir, telduspøl og filmar, sum tey hava gjørt. Harumframt fara næmingarnir at selja passmyndir.
Tey sum hava luttikið í kappingini Ungt Virkið koma at leggja fram um teirra hugskot.
Heilsukafé
Eftir væleydnaðu heilsukaféina í síðstu viku er avgjørt at endurtaka tiltakið hetta vikuskiftið. Ítróttar- og heilsuleiðin fer saman við einum sjúkrarøktarfrøðingi frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi at gera heilsukanningar. Dagurin verður skipaður soleiðis, at næmingarnir fáa undirvísing og vegleiðing frá sjúkrarøktarfrøðinginum, og so sleppa næmingarnir at royna seg.
Tey vitjandi kunnu kanna og máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión.
Yrkisnám
Kundi tú hugsa tær at farið í læru innan timbur, maskin ella el? So er møguleiki at síggja verkstøðini og kunna seg um útbúgving og lærutíð. Næmingarnir á deildunum hava verkliga undirvísing, so møguleiki er at heilsa upp á lærarar og næmingar.
Matvørudeildin
Á Matvørudeildini sleppa vitjandi at seta ein rætt saman og royna hann. Tað verður eisini skipað fyri pannukøkukapping, har kappast verður um, hvussu ofta tú klárar at venda eini pannukøku í luftini. Næmingarnir skipað eisini fyri eini Kahoot-quiz um mat.
Serbreytin
Á Serbreytini bjóða tey vaflur og kaffi. Tey fara eisini at skipa fyri eini kapping, har møguleiki er at vinna eitt páskaregg.
Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum.
Lestrarvegleiðarar kunnu vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.
Vælkomin á gátt leygardagin 2. mars frá klokkan 10 til 14.