Opið hús á TSK leygardagin .
Tiltakið er serliga viðkomandi fyri komandi næmingar
Leygardagin 2. mars kl. 10 – 14 bjóðar TSK almenninginum at vitja skúlan.
Næmingar á skúlanum skipa fyri verkstovum, har teir greiða frá ymiskum verkætlanum, ið teir hava gjørt.
Høvi verður at síggja lestrarumhvørvið og at tosa við lestrarvegleiðarar.
Øll eru hjartaliga vælkomin!