logo

Sjálvtøkuborð og heilsukafé á TSK leygardagin .

23-02-2024

Matvørudeildin bjóðar forkunnugan mat úr sjónum. Ítróttar- og heilsuleiðin ger heilsukanningar saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Leygardagin 24. februar bjóða næmingar á Matvørudeildini á TSK til eitt Torra-sjálvtøkuborð, har rávørurnar eru úr sjónum, m.a. royktur laksur, heimagjørd marinerað sild, saltfiskur, roykt rogn og ymiskt annað.

Eisini verður okkurt søtt og gott omaná.

Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast á TSK leygardagin.

Í sambandi við Torra-renningina skipar TSK fyri heilsukafé. Sjúkrarøktarfrøðingar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og næmingar á Ítróttar- og heilsuleiðini á TSK máta blóðtrýst, puls, iltmetting, BMI, blóðsukur og lungnafunktión.

Næmingar frá Matvøruútbúgvingini syrgja eisini fyri, at luttakararnir frá Torra-renningini kunnu sløkkja sær tostan við leskiligum drykkum eftir renningina.
Tey, ið hava áhuga ella ætla at søkja inn á TSK í vár, eru vælkomin at kunna seg um útbúgvingarnar - sakkøn fólk eru á staðnum.

Inngongd við Mýruveg.

Myndir.

Onnur tíðindi.