logo

Tunnusláttur og vetrarferia .

09-02-2024

Hósdagin var tunnusláttur á skránni

Sum siður er, so skipaði skúlin fyri tunnusláing beint áðrenn vetrarferiuna. Tað gekk skjótt at fáa tí fyrstu tunnuna niður men tann seinna var eitt sindur seigari at fáast við. Men til endans vóru báðar tunnurnar komnar niður og vit høvdu funnið tveir kattakongar. 

Jógvan Langgaard og Phuwadet Hongsala (Eyð) blivu kattakongar og vunnu hvør sítt gávukort.

Aftaná tunnusláingina bjóðaði kantinan bollar og kakao.

Í komandi viku er vetrarferia.

Skúlin byrjar aftur 19. februar!

Á facebook vanganum hjá skúlanum ber til síggja myndir frá tunnusláingini!

Onnur tíðindi.