logo

Heilsujól á TSK .

21-12-2023

Jólavikan hevur verið serstakliga áhugaverd á Tøknibreytini

Hesa vikuna hava næmingarnir á Tøknibreytini arbeitt við heilsu, bæði likamligari og sálarligari heilsu. Yvirskriftin var ‘Heilsujól’. Næmingarnir skuldu velja sær eina verkstovu, sum tey sluppu at hugsavna seg í.

Í verkstovuni prosess vórðu likamlig og sálarlig heilsa samantvinnað við denti á vælveru.

Í tónleiki varð arbeitt við ABC: at vera virkin – at vera saman – at vera hugbundin.

Í El-tøkni sluppu tey at vera hugbundin.

Málningaverkstovan loyvdi hugflognum í gongd og gav ró í sinni.

Rørsluverkstovan legði dent á likamliga heilsu við nógvum ymiskum rørslum.

Talgild sniðgeving snúði seg um mannbøtandi tøknifrøði.

 

Vikan byrjaði við, at Tóra Lützen, sálarfrøðingur, og Ann Hermansdóttir, studentaprestur, høvdu fyrilestrar fyri næmingunum, har tær hugleiddu um jólini.

Síðani fóru næmingarnir út á verkstovurnar har tey hugsavnaðu seg í tveir dagar. Í dag endaði ‘heilsujól’ við, at næmingarnir vístu fram á verkstovunum.

Tey hava upplivað nógv, yoga, vælveru, forðarenning og longdarlop. Summi hava gjørt jólaperur onnur spælt tónleik og málað.

Hetta hevur verið ein sera væleydnað og gevandi vika.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vikuni.

 

Gleðilig jól

Vit síggjast aftur 3. januar kl. 8

Myndir.

Onnur tíðindi.