logo

Sveinaprógvhandan .

18-12-2023

Fríggjadagin 15. desember fingu 26 sveinar handað sveinaprógv á Tekniska Skúla í Klaksvík; 9 húsasmiðir, 8 elektrikarar og 9 maskinsmiðir.

Tað var ein góð og hugnalig løta, har familja, vinfólk og lærumeistarar vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar.

Mouritz Mohr, stjóri í MEST P/F, helt gestarøðuna og skúlastjórin, Rúni Heinesen, handaði sveinunum prógvini.

Vit ynskja sveinunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr framyvir.

Myndir.

Onnur tíðindi.