logo

Studentarprestur á TSK .

18-09-2023

Næmingar á miðnámsskúlum og yrkisskúlum í Føroyum hava nú fingið í tilboði at tosa við ein studentaprest, sum kemur at hava fastar tíðir á skúlunum - eisini her á TSK.

Ann Hermansdóttir er sett í starv sum studentarprestur og kemur at vera á TSK fyrsta mikudag í hvørjum mánaði. Tað, sum eftir er av hesum árinum, verður hon at hitta 4. oktobur, 1. novembur og 6. desembur.

Hon fer at halda til í hølinum hjá lestrarvegleiðingini hjá Yrkisnámi fyrsta mikudag í hvørjum mánaði frá kl. 9.30 til 14.30.

Um næmingar hava tørv á henni til eitthvørt uttanfyri hesar tíðir, so eru teir meir enn vælkomnir at ringja ella skriva til hennara á ann@kirkjan.fo ella á tel. 237343.

Hennara høvuðsuppgávur eru at:

  • bjóða samrøður um tilveruspurningar
  • veita sálarrøkt
  • skipa fyri bólkasamrøðum

Onnur tíðindi.