logo

Ítróttardagur á TSK .

15-09-2023

Timburmenninir vunnu fótbóltskappingina

Í dag var árligi ítróttardagurin á TSK. Umleið 150 næmingar høvdu skipað seg í 30 lið. Liðini skuldu dystast á 16 ymiskum postum: Kasta 20 kg-bólt, longdarlop, straffispark, kettlebell, borðtennisstafett, spurnakapping, togtogan, skíðstafett, armboyggingar, badminton, kasta bólt, føroysk umseting, kross og bolla, hulahopp – leiðispæl, kustaskaft – balansu og minnast 30 lutir undir teppi. 

Vinnarnir gjørdust ‘Slavurnar hjá Arthur’. ‘Kamelarnir’ gjørdust nummar tvey og ‘DJ Sleiz’ gjørdust nummar trý. 

Eftir ítróttarkappingina var árliga fótbóltskappingin á skránni. Har vunnu timburmenninir fyri triðju ferð á rað og fingu tískil steypið til ognar. 
Vit ynskja vinnarunum til lukku og takka fyri ein sera væleydnaðan ítróttardag! 

Á facebook síðuni hjá skúlanum ber til at síggja myndir frá ítróttardegnum. 

 

Onnur tíðindi.