Fyrsta pisan floygd á TSK .
Gunnar Bjarkason Joensen, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið. Gunnar var uppi í Tøkni A – snið og framleiðsla, sum dagliga verður kallað EL-tøkni.
Systrar Gunnars vóru so hepnar og erpnar at geva honum húgvuna á høvdið.
Nýggju aðrir næmingar fara eisini til próvtøku í dag og átta í morgin. Prógvhandan verður úti í Grøv hósdagin kl. 10, har øll eru vælkomin.
Hjartaliga til lukku við húgvuni, Gunnar.