logo

Kunningarfundur fyri komandi næmingum á Tøknibreytini verður mikukvøldið 21. juni kl. 19 .

16-06-2023

Fundurin er serliga ætlaður komandi næmingum og foreldrum.

Mikukvøldið 21. juni frá kl. 19 til 20 verður kunningarkvøld á TSK.

Kvøldið er ætlað næmingunum, sum skulu byrja á Tøknibreytini eftir summarfrítíðina. Foreldur og avvarðandi eru eisini vælkomin.

Vit hava sett hesi evni á skrá:

  • Hvussu søkja tit um studning
  • Hvussu søkja tit um bókastuðul
  • Hvussu søkja tit um ferðakort
  • Skúlaheimið
  • Skema til komandi skúlaár
  • Hvar síggja tit skúlating og annað

Eftir hetta verður høvi at hitta lærarar og aðrar næmingar.

Skúlin bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.

Onnur tíðindi.