Ítróttardagur á Serbreytini .
Evnið á degnum OL
Tann árligi ítróttardagurin hjá Serbreytunum var í Klaksvík í farnu viku, og evnið var OL.
Dagurin byrjaði við morgunmati í kantinuni á TSK, og síðani gekk leiðin oman í badmintonhøllina.
Skúlarnir skuldu ígjøgnum fleiri ymiskar postar, og so vóru úrslitini samlað saman. Ímeðan talt varð upp, var dansur og kyllingafótbóltur á skránni.
Vinnarin av Parasport steypinum hesaferð varð Serbreytin á Glasi
Serbreytin á TSK vil takka øllum, sum luttóku. Tað var stuttligt at síggja, hvussu nógvir næmingar luttóku.
Niðanfyri eru nakrar myndir, sum næmingar á Serbreytini á TSK tóku.