Rudda Føroyar .
Aftur í ár luttóku vit á árliga ruddingardegnum hjá Rudda Føroyar.
Vit ruddaðu eystursíðuna á Borðoyavík, frá skúlanum út í Grøv, eftir gamla vegi og niðri við sjóvarmálan. Vit hava ruddað hetta økið fyrr í ár, so nú var ikki nógv burturkast. Tó fingu vit upp í nakrar sekkir av ruski.
Sum siður er, so endaðu vit ruddingardagin við grill-party.
Niðanfyri eru myndir frá degnum.