27 lærlingar fáa prógv.
16-12-2022
Í dag, 16. desember, fingu 27 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 5 í elektrikarafakinum, 8 í timburfakinum og 14 í maskinfakinum.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Leivur Hansen frá JT-electric.
TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukku við útbúgvingini.