Studentaprestur á TSK .
Ann Hermansdóttir, studentaprestur, verður á skúlanum fyrsta mánadag í hvørjum mánaði frá kl. 10:00 til 14:00.
Hon fer at halda til í Fundarhølinum við Matvørudeildina.
Um starvið sum studentaprestur sigur hon:
"Studentapresturin kann leggja oyra til tað, sum fyllir hjá tær og bjóðar samrøður til lesandi. Studentapresturin hevur tagnarskyldu, og tað er ikki neyðugt at hava eina kristna sannføring fyri at venda sær til hennara. Tað kostar heldur einki at brúka prestar."
Samband fæst við at venda sær til: Ann Hermansdóttir, tlf 237334, tp:ann@kirkjan.fo. FB: studentaprestur -Ann Hermansdóttir og IG: studenta_presturin
Fundarhølið liggur her: