Stuttfilmar um yrkisútbúgvingarnar á TSK .
Filmarnir hava til endamáls at lýsa bygnaðin á ymsu yrkisútbúgvingunum
Í summar hava Niels Jóhan Sigurðson og Rakul Ró Steintórsdóttir gjørt 5 stuttfilmar um yrkisútbúgvingarnar á TSK.
Ein filmur er um yvirskipaða bygnaðin á yrkisnámi, og hinir filmarnir eru um Maskin-, El-, Timbur- og Matvørudeildina.
Tú kanst síggja filmarnar við at trýsta á teigin "útbúgvingar" á heimasíðuni, har tú sært ymsu útbúgvingarnar, sum skúlin bjóðar út.
Her er filmurin um yvirskipaða bygnaðin á yrkisnámi: