Opið Hús 22. februar .
Torra-sjálvtøkuborð, heilsurenning, heilsucafé og mangt annað verður á skránni
Leygardagin 22. februar kl. 10 - 15 verður Opið Hús á TSK.
Av tí at Torradagar eru í býnum hesa vikuna, fer Matvørudeildin at skipa fyri Torra-sjálvtøkuborði, har høvuðsdenturin er rávørur úr sjónum.
Næmingar á Tøknibreytini fara saman við Treysti at skipa fyri heilsurenning og heilsucafé, har tú kanst fáa mált blóðtrýst og annað. Okkurt gott verður eisini at fáa eftir renningina.
Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemi á skúlanum. Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum.
Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.
Vælkomin á gátt leygardagin 22. februar frá klokkan 10 til 15.
Endaliga skráin kemur út seinni.