Gleðilig jól .
Vikuna áðrenn jól hava næmingarnir á Tøknibreytini og Serbreytini havt evnisviku.
Næmingarnir skuldu velja sær eina verkstovu, sum teir sluppu at hugsavna seg í.
Á verkstovunum sluppu teir at gera køkuhús, evna lítil jólaprýði við 3D-prentara, sum teir settu ljós í, og spæla jólasangir ella royna seg sum listamálarar.
Á konfektverkstovuni gjørdu næmingarnir ymisk sløg av konfekt.
Harumframt var ein rørðsluverkstova, har næmingarnir spældu dart og billard. Teir vóru eisini við í tunnilsrenningini, tá Tunlarnir norður um Fjall lótu upp.
Gudstænasta í Árnafirði
Mikudagurin byrjaði við, at Karl Vang frá Landsverki kom á skúlan at greiða frá arbeiðnum við at gera Tunlarnar norður um Fjall. Eftir fyrilesturin fóru vit við bussi gjøgnum nýggja tunnilin. Í Árnafirði fóru vit í kirkju, har studentapresturin, Ann Hermannsdóttir, hevði jólagudstænastu.
Evnisvikan endaði við, at næmingarnir vístu fram á skúlanum. Lærararnir gingu Lucia og tónleikabólkurin framførdi nakrar jólasangir.
Síðani bjóðaði skúlin bollar og kakao, meðan lærarar og næmingar sluppu at atkvøða um vakrasta málning og vakrasta køkuhús.
Hanna Bjørk átti vakrasta málningin og Freja og Tordis høvdu prýtt vakrasta køkuhúsið.
Hetta hevur verið ein sera væleydnað og gevandi vika.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá vikuni.
Gleðilig jól.
Skúlagongdin byrjar aftur 6. januar kl. 8.