Komandi næmingar
TSK ynskir øllum komandi næmingum vælkomnum á skúlan.
Samanborið við aðrar útbúgvingar kanst tú her royna tína bókligu vitan í verki, og hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, so hann seinni verður tær til fyrimunar. Tað er okkara vón, at tú fert at trívast væl á skúlanum, og at tú fert at brúka allar tínar møguleikar fyri at fáa sum mest burtur úr okkara lærarum og hentleikum.
Fyri at koma inn, skalt tú hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans við nóg góðum úrsliti í alis- og evnafrøði, enskum, føroyskum og støddfrøði.
Áðrenn skúlaársbyrjan skalt tú
- søkja stuðul frá Studna á Vanganum – sí meir kunning á www.studni.fo
- boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina
- søkja inn á skúlaheimið, um tøvur er á tí - www.tsk.fo/skulaheimid
Gott at vita
- Umsókn um upptøku fer fram á Vanganum. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. mars.
- Bussar koyra til og frá skúlanum. Meiri kunning er á www.ssl.fo.
- Busskort frá SSL kann bíleggjast í umsóknarblaðnum ella her: Bílegg Skúlakort- Strandferðslan (ssl.fo). Kortið verður sent til skúlan og kann útvegast á skrivstovuni
- Fyrsti skúladagur í skúlaárinum 2025/2026 er 13. august. Næmingarnir á Yrkisnámi møta kl. 10.00 og næmingarnir á Tøknibreytini møta kl. 13.00.
Telda sum skúlaamboð
Teldan er eitt sjálvsagt og neyðugt amboð í skúlaarbeiðinum uttan mun til hvør útbúgvingin er.
Allir næmingar fáa brúkaraatgongd til forritið Office365, sum verður brúkt til innlatingar og samskifti. Kunnað verður um onnur forrit o.a. við skúlaársbyrjan.
Ljóstak (kopigjald)
Fyri ljóstøk av undirvísingartilfari er kostnaðurin settur til 250 kr., sum skal gjaldast við skúlabyrjan.
Spurningar
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovu ella lestrarvegleiðara okkara.
Um tú gerst sjúk/sjúkur og tískil ikki møtir fyrsta skúladag, verður tú biðin um at siga okkum frá á tel. 456311 (vel skrivstovuna) ella á tsk@tsk.fo
Matvøra
Næmingar keypa arbeiðsklæði áðrenn skúlabyrjan. Arbeiðsklæðir fevna um kokkajakka, kokkabuksir, fyriklæði, kokkahúgvu/kalot og glíðitryggan fótbúna, og kunnu m.a. keypast á hesum støðum: Kemilux, Elding business, Artic Import og Sport24.
Knívar og onnur vanlig køksútgerð er til taks á skúlanum, Tó eru næmingar vælkomnir at hava egnar knívar við til undirvísingina í køkinum.
Næmingar keypa bøkur frá skrivstovuni við skúlabyrjan.
Kostnaðurin fyri klæðir og bøkur kann væntast at liggja um 3000 kr.
Kvinnur og menn hava hvør sítt skiftirúm við brúsu á deildini. Eisini er møguligt hjá næmingum at fáa egið skáp við lási í skiftirúminum, depositum á 100kr. er fyri lykilin.
Tað er bert loyvt at fara í køkin í arbeiðsklæðum.