Skúlaheimið
Til skúlan hoyrir skúlaheim við matarhøll, so góðir møguleikar eru at búgva og eta á skúlanum. Á heiminum eru 22 kømur við plássi fyri 44 næmingum. Tey, ið ganga í skúla á TSK hava framíhjárætt at fáa innivist.
Umsókn
Send umsókn niðast á hesi síðuni.
Kunning.
- Morgunmatur: kl. 07.15 – 08.00
- Døgurði: kl. 11.20 – 11.50
- Nátturði: kl. 17.15 – 18.00
- Kvøldkaffi: stendur frammi í Kantinuni eftir kl. 20
Kostnaður
Kostnaðurin fyri innivist og mat er 2.200 kr./mánað í 11 mánaðir, um ikki næmingurin er tilmeldaður stytri skúlaskeið.
Um avlopspláss eru – ella serligar umstøður gera seg galdandi – ber til at biðja um einakamar. Kostnaður er 3.200 kr./mánað.
Skúlin kann broyta prísirnar við fráboðan innan 2 mánaðir, og burturvísa næmingar frá skúlaheiminum, um teir ikki gjalda.
Upptøka
Upptøkan til skúlaheimið verður skipað eftir fjarstøðu til fasta bústaðin, og hartil verða tey, ið eru tilmeldað drúgvastu útbúgvingina, tikin framum.
Upplatingartíðir
Skúlaheimið er opið frá sunnudegi kl. 19.00 til fríggjadag kl. 16.10. Í vikuskiftinum er stongt. Í serligum føri kann hvørt einstakt búfólk gera avtalu við stjóran.
Máltíðir
Máltíðir fyri tey, ið búgva á skúlaheiminum:
Fríkorter og døgurðasteðgur
Í fríkorterinum kl. 9.30 – 9.50, kanst tú keypa kaffi ella te við rundstykkjum.
Í døgurðasteðginum, kl. 11.20 – 11.50, fæst heitur matur til keyps (døguðrin kostar kr. 65,-, men er talan um fleiri – ella bólkar – so eigur døgurðin at verða bílagdur áðrenn kl. 9.00.)
Døgurða-klippkort
Tey, ið ikki búgva á skúlaheiminum, kunnu keypa avsláttarkort vð 10 klippum. Fyri tey, ið búgva á skúlaheiminum er kosturin íroknaður mánaðarleiguni.
Gestir
Tú ert vælkomin at hava gestir við á skúlan og kann hesin keypa sær mat í matarhøllini. Kostnaðurin er sambært príslista. Gestir skulu verða úti í seinasta lagi kl. 23.00.
Praktisk viðurskifti
Lyklar
Næmingarnir fáa lykil til kamarshurð og skáp ímóti einum depositum á 200 kr. og lykil til úthurð á 200 kr frá skrivstovuni.
Internet
Á skúlaheiminum er kaðalnet, ið tey búgvandi sjálvi standa fyri, við føstum mánaðargjaldi.
Umframt er tráðleyst næminganet, sum skúlin hevur ábyrgdina av.
Postur
Brøv og pakkar til búfólkið verður lagt fram í móttøkuni/skrivstovuni.
Seingjar- og handklæði
Tey búgvandi útvega sjálvi dýnu, kodda, seingjarklæði, handklæði og sápu. Næmingar reiða sjálvir songina hvønn morgun, áðrenn farið verður til undirvísing. Øll klæðir, eisini náttklæði, og allir einstaklingalutir skulu koma undir lás, áðrenn farið verður av kamarinum.
Klædnavask
Tað er møguligt hjá búfólki at vaska klæði. Vaskimaskina og turkitrumla eru í kjallararúminum.
Spiritus/rúsevni
Tað er bannað at nýta, taka við sær ella goyma nakað slag av alkohol ella øðrum rúsevnum á skúlaheiminum.
Náttarfriður
Á skúlaheiminum eiga búgvandi at geva hvørjum øðrum ans, soleiðis at tað er friður á kamari eins og á gongini eftir kl. 23:00.
Eftir kl. 23:00 eru eingir gestir.
Møtiskylda
Um fráveran í skúlanum er hægri enn 5%, kann næmingurin verða burturvístur frá skúlaheiminum.
Inspektión
Vaktarmaður, húsavørður og stjóri hava rætt til at kanna kamarið fyri at skoða, um reglurnar verða hildnar.
Umsjón
Um eitthvørt er áfatt eftir vanliga skúlatíð, kann búfólkið venda sær til húsavørðin á telefon 21 47 91.
Ábyrgd
Tann búgvandi hevur ábyrgd av kamari og innbúgvi. Gerst tú varug/ur við, at nakað manglar, ella at nakað er skatt, eigur tú beinanvegin at boða húsavørðinum frá.
Studningur
Frá studni.fo:
"Sum lesandi í Føroyum kanst tú, ið lýkur treytirnar, søkja um studning og lán frá Studna.
Lesandi á miðnámi fáa stuðul í 11 mánaðir, tó fáa einsamallir uppihaldarar á miðnámi stuðul í 12 mánaðir, t.v.s. eisini í juli mánaði.
Lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa stuðul í 12 mánaðir, t.v.s. eisini í juli mánaði. 12. mánaðin fevnir eisini um lestrarlán.
Ert tú undir 18 ár, fært tú bókastudning kr. 4.337,00 einaferð um árið, og tú hevur møguleika at fáa vistarhaldsstudning kr. 3.030,00 um mánaðin.
Ert tú 18 ár, fært tú studning til livikostnað, kr. 2.189,00, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán á kr. 2.882,00 um mánaðin.
Øll lesandi á hægri útbúgvingum ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa kr. 5.139,00 í studningi um mánaðin.
Um tú, sum lesandi, eigur børn, ber til at fáa studning í farloyvistíðini og somuleiðis at fáa barnastudning kr. 1.190,00 fyri hvørt barnið.
Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár ber til at fáa kr. 1.825,00 um mánaðin afturat.
Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um Ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla ókeypis.
Ferðastudningur til verkætlan er ætlaður at stuðla lesandi føroyingum á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.
Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni."
Myndir.
Umsókn.
Við at senda umsókn góðkennir tú okkara dátuverndarpolitikk.