Útbúgvingar.
Maskinsmiður.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar á tann hátt, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Maskinsmiðir arbeiða m.a. við fresing, dreying, boring, sveising og skrúvustiksarbeiði av maskinlutum og øðrum stálkonstruktónum. Arbeiðið fevnir eisini um forritan og framleiðslu við teldustýrdum maskinum, umframt viðlíkahaldi av motorum og automatikkstýrdum skipanum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Lærlingar fáa løn í allari útbúgvingartíðini.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk).
Framhaldandi útbúgvingar:
- Maskinmeistari
- Framleiðslutøkningur
- Verkfrøðingur