logo

Tekniskur studentur.

3 ár

HT er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á HT royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, soleiðis at hann seinni verður tær til fyrimunar.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru vanligar á HT.

Undirvísing

Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum, har tú roynir skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar.

Samanhald

Á HT verður ymiskt gjørt fyri at gera samanhaldið so gott sum gjørligt. Millum annað útferðir, har fyrstaársnæmingarnir gista onkustaðni í Føroyum, har tað verður spælt, kappast, gjørt mat o.s.fr.
Triðjaársnæmingarnir á HT fara á námsferð uttanlands, har teir hugna sær saman og gera ymiskt fakligt.

Framtíðar møguleikar

Møguleikarnir við einum gymnasialum tøkniprógvi eru nógvir. Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla sær at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, læknavísindi, miðlar o.a. við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.

Lærarar.