Útbúgvingar.
El-innleggjari.
4 ár
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar á tann hátt, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
El-innleggjarin arbeiðir við innleggjan av sterk- og veikstreymi í t.d. sethús, skrivstovur, virkir, skúlar og umborð á skipum. Hetta kann fevna um ljós, hita, motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir. Eisini fæst el-innleggjarin við tele-, teldu-, og antennuinnleggingar.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Lærlingar fáa løn í allari útbúgvingartíðini.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk).
Framhaldandi útbúgvingar:
- El-installatør
- KT- og elektronikktøkning
- Framleiðslutøkning
- El-verkfrøðing