logo

Húsasmiður.

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar á tann hátt, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Húsasmiðurin fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði.

Arbeiðið fevnir um m.a. forskalling, gólv, útveggir og takverk. Eisini arbeiðir húsasmiðurin við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í, umframt uppseting av køkseindum og øðrum lidnum bygningslutum.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Lærlingar fáa løn í allari útbúgvingartíðini.

Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk).

Framhaldandi útbúgvingar:

  • Byggiteknikara/byggifrøðing
  • Verkfrøðing
  • Arkitekt

Lærarar.